P/F El-Service
Um okkum

Tíðindi

Samband

Bygnaður

Starvsfólk

Leys størv

Vælkomin

P/F El-Service er førandi innan el-tænastu í Føroyum. Vit hava nógv ár á baki við at veita útgerð og tænastu innan el-megi og el-tøkni.

Tíðindi

Arbeiðir ígongd

  • El-Service er ígongd við innstallering av saltfiska íleggjara til Vaðhorn
  • El-Service er við at avslutta arbeiðið við brandsløkki skipan til nýggja kassavirkið hjá Bakkafrost
  • El-Service er ígongd við uppstart uppá arbeiðið á nýggja mentunarhúsið SALT á Drelnesi

Okkara fyritøka hevur 6 ymiskar deildir. Allar deildirnar hava høvuðssæti á Skála, tó hevur uttanlandadeildin høvuðssæti í Skagen, Danmark. Meiri um bygnaðin á fyritøkuni og ábyrgdarpersónar fyri deildunum finnast undir "Bygnaður" á vinstra bredda.

 

Okkara arbeiðsøkir:

  • Projektering
  • Tekning
  • Innstallering
  • Royndarkoyring
  • Viðlíkahald
  • Tænasta

 

Síðan byrjan hava vit framleitt el-talvur til mestsum øll endamál og seinnu árini hava vit eisini framleitt meiri tekniska útgerð. Við at framleiða tekniska útgerð sjálvi, kunna vit lættari tilpassa ynskir kundans og fáa samstundis eisini veitt ymiskar viðkomandi heildarloysnir.

Vit hava eisini fleiri ára royndir innan serkøna projektleiðslu og eftirlit, bæði á størri og smærri projektum í Føroyum og uttanlands. Sum dømi kann nevnast, at fólk frá El-Service vóru á Izar skipasmiðjuni í Spaniu og høvdu eftirlit við øllum el-arbeiðinum umborð á M/S Smyril. Vit framleiddu eisini høvuðstalvuna til M/F Smyril, sum tá var tann størsta el-talvan av sínum slagi í Føroyum. Vit hava eisini verið ymsastaðni kring heimin og veitt tænastu til skip t.d. hjá P/F Thor, sum í mestan mun fæst við frálandavinnu.

Á vári 2011 byrjaðu vit nýtt samstarv við skipasmiðjuna Havyard Group, ið er tann størsta skipasmiðjan av sínum slagi í Norra. Okkara fyrsta arbeiði hjá teimum var nýbygging av einum supply-skipi.