
Útger, vit veita á landi:
Vit hava javnan nógv arbeið á landi. Vit hava bygt fleiri nýggjar stórar bygningar, skúlar og sethús. Vit hava eisini framt størri umvælingar á stórar bygningar. Tá talan er um størri bygningar og bygningar til almennar fyritøkur, verða høg krøv vanliga sett til "komfort". Hetta hevur við sær, at vanliga el-innstallatiónin oftani verður skift út við meiri tekniska el-innstallatión; vit hava flestar royndir við IHC-skipanini.
Teknisk el-innstallatión er dýrari at keypa, men mangan verður peningurin spardur innaftur, av tí at teknikkurin er við til at gera bygningin meiri orkusparandi eins og teknikkurin kann betra um inniluftina.
Umframt vanliga el-innstallatión og sølu, veita vit eisini el-útgerð, ið m.a. er framleidd á okkara ISO-góðkenda verkstaði.
P/F El-Service er einasta føroyska el-fyrtøka, ið hevur staðið fyri el-installatión í tunnlum í Føroyum. Í 2007 stóðu vit fyri allari el-inleggjanini og ymiskar trygdarskipanir í Hovstunnilin, nýggja bergholinum millum Øravík og Hov. Hetta arbeiðið var í samarbeiði við Íslensku fyritøkuna Ístak, ið stóð fyri byggingini. Síðan tá hava vit nýtíðargjørt bæði Norðskálatunnilin og Leynartunnilin, sum báðir hava fingið ljós innstallatión, trygdarskipan og yvirvakingarskipan frá okkum. Les meira um okkara tunnilsarbeiði í vinstra bredda undir "Tunlar".