P/F El-Service
Skip

Frálandavinna

Á landi

Tunlar

Talvur

Alarmskipan

PMS-skipan

Eldsløkking

Eldávaring

Kameraskipan

 

Alarmskipan

ESAD500 útgerð:

  • Modul uppbygd við PLC skipan
  • Analog og digital I/O upp til 120 stk.
  • Status á alarmum og signalum
  • History síða við gomlum alarmum
  • Touchskerm
  • Møguleiki fyri modbus og ethernet sambandi
  • Møguleiki at útbyggja við fleiri skermum

ESAD500 er ein skipan vit sjálvi hava ment og er mest roknað til minni skip og bygningar við 1-120 alarmar. Fyrimunirnir við hesi skipan er, at hon er bílig, kompakt og sera haldgóð. Brúkarin hevur møguleika at navngeva alarmarnar sjálvur, aktivera og de-aktivera teir, og eisini upprætta nýggjar alarmar.
Fyri at tryggja kundanum eina haldgóða loysn, verður skipanin royndarkoyrd og FAT-testað á okkara ISO9001:2008 góðkenda verkstaði, har hon verður góðkend av galdandi mynduleika, t.d. Det Norske Veritas, um talan er um skipan til skipsbrúk.

 

ESAC500 hevur fylgjandi skermmyndir:

  • Yvirlit yvir aktivar alarmar
  • Yvirlit yvir alarm history
  • Trend av signalum
  • Brúkarastýring via logg-inn

 

ESAC500 kann útbyggjast við fylgjandi:

  • Yvirvaking og stýring av høvuðstalvum
  • Ventilskipan
  • Hitaskipan
  • Vaktarskipan
  • Ljósskipan
  • Redundancy og hotstandby
  • SMS-alarmskipan
  • Online tænsta við VPN-sambandi

ESAC500 er ein skipan ið vit sjálvi hava ment, og er ein sera framkomin SCADA-skipan, ið kann tillagast einum og hvørjum tørvi, og kann innihalda upp til óendaliga nógv signalir. Skipanin fæst sum alarmskipan burturav, men er eisini útviklað til yvirvaking og stýring av bæði analogum og digitalum signalum.

ESAC500 brúkt bæði á sjógvi og landi. Skipanin er ein "Stand-alone" skipan, men er sera fleskibul og kann tíðskil eisini byggjast uppí aðrar verðandi skipanir.

Vit hava fleiri ára royndir við hesi skipan og av tí at skipanin er tillaga brúki umborð á skipum, er útgerðin sera haldgóð. Skipanin verður royndarkoyrd og FAT-testað á okkara ISO9001:2008 góðkenda verkstaði, har hon verður góðkend av galdandi mynduleika, t.d. Det Norske Veritas, um talan er um eina skipan til skipsbrúk.

Um tygum ynskja at vita meira um ESAC500 ella ESAD500 kunna tygum heinta nærri lýsing av skipanini á PDF niðanfyri ella við at venda tær til okkara høvuðsskrivstovu á 471900.