P/F El-Service
Skip

Frálandavinna

Á landi

Tunlar

Talvur

Alarmskipan

PMS-skipan

Eldsløkking

Eldávaring

Kameraskipan

 

Eldsløkking

Vit útvega eldsløkkiútgerð við Argonite, ið er 100% náttúruvinarligt. Størsti fyrimunur við Argonite er, at tað ikki er heilsuskaðiligt og tískil sera hent í umhvørvi, har fólk kann vera til staðar, tá Argonite verður útloyst.

Argonite er eitt slag av óvirknari gass, ið inniheldur 50% Argon og 50% Nitrogen. Rúmið, ið skal verjast við sløkkiútgerð, má verða lufttætt. Vit gera tekning av rúminum, ið síðan verður send til okkara veitara, sum roknar neyðugu nøgdina av Argonite út.

Argonite er eisini sera hent á økjum við elektriskari útgerð, s.s. teldum, generatorum o.ø. har tað er av stórum týdningi, at elektriska útgerðin verður hildin koyrandi so leingi sum møguligt og tískil at fyribyrgja "driftstopp" so væl sum til ber. Um roykur ella eldur kemur í útgerð, kann sløkkievni, ið nýtt verður, skaða teknisku útgerðina meiri enn sjálvur roykurin ella eldurin. Hesum vandanum sleppst undan við at brúka Argonite sum sløkkievni, tí Argonite er gass ið kvælir eldin uttan at ávirka útgerðina.

Vit hava veitt og innstallerað Argonite sløkkiútgerð í fleiri bygningum og skipum. Fyri at tryggja kundanum eina trygga og haldgóða sløkkiútgerð, eftirhyggja vit skipanina regluliga, sambært galdandi mynduleika.

Eldsløkkiútgerð:

  • Argonite, óvirkin gass
  • Náttúruvinarligt
  • Sera hent til elektriska útgerð
  • Vit standa fyri regluligari tænastu

Um tygum ynskja at vita meira um okkara eldsløkkiútgerð, vendi tygum til okkara kontaktpersón:

Andrias B. J. Poulsen

Telefon: 471908/231908

E-mail: andrias@el-service.fo