P/F El-Service
ISO9001:2008

Mannagongdir

Góðkenningar

Førleiki

Førleiki

Okkara førleikar:

  • Projektering
  • El-innstallatión
  • Orkusparandi loysnir
  • Trygdarskipan
  • Sjálvvirkandi skipan
  • Kommunikatión
  • Kameraskipan
  • Termografering
  • PLC og SCADA

Okkara kundaøki fevnir sera víða um, bæði fagliga og geografikst. Umframt vanligu handverkaraútbúgvingina, hevur okkara starvsfólk lokið onnur prógv og eru javnan á skeiðum. Tað er sera týdningarmikið, at bæði leiðsla og arbeiðsfólk javnan verða dagførd við m.ø. fyrilestrum, skeiðum ella útbúgvingum.

Okkara vitan fevnir tískil sera víða um og er sjálvandi ein sera stór orsøk til, at vit kunna bjóða okkum fram á so nógvum og ymiskum økjum, sum vit nú gera.

Av tí at vit í mestan mun hava hildið okkum til skipavinnuna, eru vit førir fyri at loysa ein og hvønn trupulleika innan el-innstallatión á skipum. Okkara arbeið hevur spent seg frá projektering til innstallering, framleiðslu og viðlíkahald. Hetta er eisini galdandi fyri okkara arbeið á landi.

Innan frálandavinnuna leiga vit fólk út, innstallera, framleiða ymiska útgerð og útføra eisini viðlíkahald uttanlands. Vit hava javnan projektir uttanlands og eru tískil vanir við at ferðast og arbeiða uttanlands.