
Vit hava nógvar arbeiðsroyndir og kunnleika til at útføra mestsum eitt og hvørt arbeið innan el-innstallatón og el-veiting til frálandavinnuna. Vit veita eisini tænastu til frálandavinnuna, bæði til skip og fyrireikingarhavnir.
Vit byrjaðu at fyrireika okkum til frálandavinnuna síðst í 90-unum, men tað var ikki fyrr enn í 2002, at verulig gongd kom á. Sum liður í fyrireikingini, byrjaðu vit við at leiga fólk út til eitt nú oljuhavnina "Ormen Lange" í Norra. Okkara fólk hevur tískil neyðugu krøvini til at arbeiða innan frálandavinnuna.
Vit hava bygt nýbygningar fyri P/F Thor í Hósvík, Thor Alpha og Thor Omega. Umframt projektering, veittu vit alla el-innstallatiónina, talvir, høvuðsalarmtalvu, hitastýring til tungoljuna, eldávaringarskipan v.m. Talan er um tvey supply skip, ið sigla úti í heiminum og hjálpa til við borðipallar v.m. Seinni hava skipini eisini havt tørv á tænastu frá okkum, eitt nú gjørdu vit ymiskt tænastuarbeiðið umborð, tá annað skipið lá í vestur Afrika.
Í 2011 gjørdu vit ein nýbygningin, "Christina E", ið er kombinerað nótaskip/trolari og ROV til frálandavinnuna. Umframt hetta, var skipið eisini tað mest framkomna av sínum slag, ið vit hava bygt.
Í 2011 byrjaðu vit eisini samarbeið við fyritøkuna Havyard Group, ið er tann størsta olju-fyritøkan av sínum slag í Norra. Havyard Group hevur fleiri skipasmiðjur í Norra, ið fyri tað mesta byggja ymisk skip til frálandavinnuna. Tað er eisini Havyard, ið byggir nýggju frálandaskipini hjá føroysku frálandafyritøkuni "Supply Service" í Leirvík.