
Vit umboða generatorar av merkinum Stamford Newage. Stamford Newage er eitt sera kent merki, ið verður nógv brúkt umborð á skipum og eisini sum neyðgeneratorar á landi. Stamford Newage generatorar fáast frá 5 kVA til 2150 kVA.
Vit selja eisini generatorar av viðurkenda merkinum Mecc Alte, sum fáast í støddunum frá 5 kVA til 3000 kVA.
Av tí at vit í nógv ár hava arbeitt við generatorum, kunna vit eisini veita sera góða og trygga tænastu til teir. Vit eftirhyggja, testa og royndarkoyra generatorar, umframt at vit veita ymiskar stýringar til generatorar.
Um tygum ynskja at vita meira um okkara generatorar, vendi tygum til okkara høvuðsskrivstovu á 471900 ella til okkara goymslu:
Heini R. Djurhuus
Telefon: 471906/231906
E-mail: heini@el-service.fo