P/F El-Service
ISO9001:2008

Mannagongdir

Góðkenningar

Førleiki

Góðkenningar

 

Okkara stórsta og týdningarmesta góðkenning er góðskugóðkenningin ISO9001:2008. Góðskukervið umfatar alt arbeiðið hjá okkum. Umframt góðskukervið, er eisini neyðugt við øðrum góðkenningum. Um talan t.d. er um trygdarútgerð til skip her á leið, skal útgerðin hava góðkenning av DNV (Det Norske Veritas). Av tí at flestu skipini, ið vit byggja og arbeiða umborð á, eru klassaði av DNV, er størsti parturin av okkara útgerð og sølu góðkend av DNV.

Tá talan er um arbeið og útgerð her á landi, skalbæði arbeið og útgerð verða gjørt sambært galdandi reglum hjá SEV. Sum dømi kann nevnast, at undir framleiðslu av størri talvum, verða tær royndarkoyrdar og góðkendar av SEV á okkara verkstaði, áðrenn talvan verður latin kundanum.

Vit kunna sostatt siga, at sjálv útgerðin, sum verður brúkt til framleiðsluna, er góðkend av galdandi mynduleika og tá útgerðin hareftir er samlað og royndarkoyrd á okkara verkstaði, verður hon eisini góðkend av SEV, men nú við atliti at nýtsluni.