P/F El-Service
ISO9001:2008

Mannagongdir

Góðkenningar

Førleiki

Góðska

El-Service hevur altíð lagt sera stóran dent á góðsku. Vit meina, at høg góðska er við til at skapa ein góðan og fastan kundaskarða. Fyri at betra um okkara møguleikar innan frálandavinnuna og veiting av okkara framleiðslu uttanlanda, valdu vit at innføra viðurkendu góðskuskipanina ISO9001, ið síðan hevur skift heiti til ISO9001:2008.

Í fyrstuni var góðskuskipanin bert galdandi fyri okkara framleiðleiðslu av talvum, men í 2003 bleiv góðskukervið víðka til eisini at fevna um søludeildina og branddeildina. Síðani er góðskukervið víðka til at verða galdandi fyri allar okkara deildir og okkara góðskukerv hevur tískil eisini broytt heiti til ISO9001:2008.

Góðskuskipanin er grundleggjandi fyri alt virksemi í fyritøkuni og umfatar alla framleiðslu, sølu, innanhýsisskipan, starvsskipanir, arbeiðsleiðbeiningar og skjøl. Les meir um okkara góðskuskipan, mannagongdir, góðkenningar og førleika, við at velja økini á vinstra bredda.

Um tygum ynskja at vita meira um okkara góðsku, vendi tygum til okkara kontaktpersón:

Eyðvør Løkjá

Telefon: 471900

E-mail: eydvor@el-service.fo