P/F El-Service
ISO9001:2008

Mannagongdir

Góðkenningar

Førleiki

ISO9001:2008

Fyri at betra um okkara møguleikar innan frálandavinnuna og veiting av okkara framleiðslu uttanlanda, fóru vit í 1999 undir at innføra viðurkendu góðskuskipanina ISO9001. Skipanin var deild í  4 niveau:

  1. Innanhýsis politikkur
  2. Starvsskipanir
  3. Arbeiðsleiðbeiningar
  4. Skjøl

24. juni 1999 var certificatið klárt frá DNV. Í juli 1999 var certifikatið handað av DNV (Det Norske Veritas). Í 2002 varð góðskuskipanin broytt til ISO9000:2000. Og í 2008 bleiv hon broytt til ISO9001:2008
Tvær ferðir um árið er skoðan av skipanini; ein innanhýsis skoðan, ið vit sjálvi taka okkum av, og ein skoðan av DNV.

Í fyrstani varð bert talvudeildin góðkend, men seinni vórðu branddeildin og goymslan eisini góðkend.
Umframt góðskuskipanina ISO9001:2008 eru vit í gongd við at innføra Heilsu-, Trygd- og Umhvørvispolitikk, sum lýkur kvøvini til altjóðastandardin OHSAS 18001.

Hetta er ein størri verkætlan og tí hava vit ikki sett endaliga tíð á, nær hon skal verða liðug, men vit eru byrjaði við EMS-light verkætlanini, sum Atlanticon skipaði fyri í 2008/2009. Les meir um okkara umhvørvispolitikk undir Umhvørvið í ovara bredda.

Um tygum ynskja at vita meira um okkara góðskuskipan, vendi tygum til okkara kontaktpersón:

Eyðvør Løkjá

Telefon: 471900

E-mail: eydvor@el-service.fo