P/F El-Service
Skip

Frálandavinna

Á landi

Tunlar

Talvur

Alarmskipan

PMS-skipan

Eldsløkking

Eldávaring

Kameraskipan

 

Kameraskipan

Vit selja framkomna kameraskipan (CCTV) bæði til yvirvaking og sum eykatrygdarútgerð til alarmyvirvaking og alarmskipan.

Okkara samfelag setir størri og størri krøv til yvirvakingeins og krøv til dátugoymslu av kameramyndum gerast størri. Vit hava møguleika at seta servarar inn, bæði centralt og de-centralt.
Vit bjóða bæði analogar og digitalar kameraskipanir. Vit samráðast við kundan um, hvat er besta loysn fyri hann, og kunna tryggja kundanum eina haldgóða loysn.

Vit hava innstallerað okkara kameraskipan umborð á skipum og á landi. Vit hava eisini møguleika at seta aðrar kameraskipanir saman við okkara, so skipanin er framtíðartryggja,tí hon altíð kann útbyggjast seinni.

Skipanin kann bæði fáast við farvumyndum og svart/hvítum myndum. Skipanini kann eisini innstillast til at vísa myndir tengdar at rørðslum, so krav uppá stóra dátugoymslu minimerast, tí servarin bert goymir myndir, tá okkurt flytir seg framman fyri kameranum.

Um tygum ynskja at vita meira um okkara kameraskipan, kunna tygum heinta nærri lýsing av skipanini á PDF niðanfyri ella við at venda tygum til okkara kontaktpersón:

 

Andrias B. J. Poulsen

Telefon: 471908/231908

E-mail: andrias@el-service.fo