
Kunda-avtala er galdandi fyri alla el-útgerð hjá kundanum t.d. talvur, alarmskipan, generator el. líkn. Tá tørvur gerst á tænastu, skal kundin seta seg í samband við okkum og vit loysa trupulleikan skjótast gjørligt. Við kunda-avtaluni fær kundin avsláttur av okkara vanliga tænastuprísi, bæði í vanligari arbeiðstíð, uttanfyri vanliga arbeiðstíðumframt tá ringt verður til okkara døgnvakt-tænastu. Um el-útgerð verður skift út, fær kundin avsláttur av nýggju útgerðini, ið vit útvega og innstallera. Kunda-avtalan er tó ikki galdandi fyri innstallering av nýggju útgerðini, tí innstallering verður mett av okkum at verða uttanfyri vanligt tænastuarbeið.
Við kunda-avtaluni fær kundin sostatt fyrimunavbæði vanliga tímaprísinum og tænastuprísinum uttanfyri vanliga arbeiðstíð eins og avsláttur verður givin, tá nýggj útgerð verður keypt frá okkum. Vit átaka okkum sostatt alla tænastu innan el-útgerð hjá kundanum og kundin hevur bert eitt telefonnummar at minnast: 471900 - sum eisini svarar uttanfyri vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftinum.
Um tygum ynskja at vita meira um kunda-avtalu, vendi tygum til okkara høvuðsskrivstovu á 471900 ella til Christian Weihe:
Christian Weihe
Telefon: 471905/231905
E-mail: christian@el-service.fo