


Sum liður í okkara framtíðarútvikling kunna vit nú eisini bjóða dioduljós til gøtuljós. LED er vegurin til framtíðina, tá talan snýr seg um at minka um CO2 útlát og harvið minka um dálking av náttúruni.
LED-tøknin er sera orkusparandi og tí er eisini stór peningalig sparing við at brúka LED-tøkni ístaðin fyri vanligu ljóskelduna, vit kenna.
Vit veita LED-armaturir til ymisk sløg av gøtuljósum. Tey fáast við ymiskum styrkjum og farvum og kunna lættliga innstallerast ístaðin fyri vanligu gøtuljósini, tí tey passa til vanligu "steyrarnar".
Vit veita eisini armaturir, ið eru tilpassað skipum, tvs. tey eru góðkend av DNV (Det Norske Veritas) og kunna tískil nýtast til mestsum øll sløg av skipum. LED-armaturir til skip kunna verða sera orkusparandi í mun til gomlu ljós-armaturini vit kenna, tí á summu økjum umborð á skipum er ljósið altíð tendrað.
LED-armaturir eru dýrari í innkeypi enn vanligu armaturini, men sparingin liggur í sera lága forbrúkinum, ið oftani er meir enn helvtina lægri enn á vanligu armaturunum. Stóra orkusparingin var eisini høvuðsorsøkin til slóbrótandi verkætlanina at nýta LED-tøkni í Leynartunnlinum.
Um tygum ynskja at vita meira um okkara LED-armaturir, vendi tygum til okkara høvuðsskrivstovu á 471900 ella til okkara goymslu:
Heini R. Djurhuus
Telefon: 471906/231906
E-mail: heini@el-service.fo