P/F El-Service
Goymsla

LED ljós

Ljóskastarir

Maksimalar

Generatorar

El-motorar

Ljóskastarir

Vit selja ljóskastarar til bæði smærri og størri skip. Okkara ljóskastarar lúka øll krøv til skip og vit hava sera góðar royndir av teimum. Prísurin á okkara ljóskastarum er eisini kappingarførur móti teimum bíligu ljóskastarum, ið tó ikki eru líka haldgóðir sum okkara.

Umframt at selja ljóskastara, bjóða vit okkum eisini fram til at avmontera gamla ljóskastaran og montera okkara nýggja ljóskastara. Í samband við okkara góðu tænastu, hava vit eisini royndir í at skifta ljóskastara uttanlands, eisini uttanfyri Europa.

Vit hava gjørt avtalu við Tranberg og umboða nú alla útgerð av merkinum Tranberg.

Ljóskastararnir eru frá 250-3000W og fáast bæði sum Halogen og Xenon. Vit veita eisini onnur merkir av ljóskastarum og til onnur endamál enn skip.

Um tygum ynskja meir at vita ella ynskja at ordra ljóskastara, seti tygum í samband við goymsluna:
Heini R. Djurhuus og Jógvan Gregersen
Telefon: 471906/ 231906

e-mail:heini@el-service.fo ella jogvan@el-service.fo