


Vit selja maksimalar til bæði størri og smærri talvur. Til okkara talvur brúka vit maksimalar av merkinum Schneider-Electric (gamla Merlin Gerin) og ABB. Vit hava sostatt góðar royndir við hesum báðum merkjum.
Av tí at maksimalarnir í dag eru sera tekniskir, er tað týdningarmikið fyri okkum at vita akkurát hvat fyri slag av útgerð, ið maksimalurin skal verja og hvør útgerð, ið annars situr í talvuni frammanundan; tí er besta loysnin oftani at keypa maksimal av sama merki, sum restin av talvurni er. Maksimalarnir frá t.d. Schnedier-Electric og ABB eru ikki heilt eins í stødd og útsjónd og tískil kann møgulig úttbygging av talvuni eisini gerast neyðug.
Okkara maksimalar fáast frá 100A - 6300A.
Um tygum ynskja meir at vita ella ynskja at ordra maksimalar, seti tygum í samband við goymsluna:
Heini R. Djurhuus og Jógvan Gregersen
Telefon: 471906/ 231906