P/F El-Service
ISO9001:2008

Mannagongdir

Góðkenningar

Førleiki

 

Mannagongdir

Mannagongdir:

  • Skipan og viðlíkahald av góðskuskipan
  • Skrásetan og stýring av posti og dokumentum
  • Skipan av ordrum og vørum
  • Eyðmerking og sporføri av vørum
  • Viðlíkahald av framleiðsutólum o.ø.
  • Tilrættalegging og eftirlit av framleiðslu

Okkara arbeiðsmannagongdir eru gjørdar í samband við okkara ISO9001:2008 góðskuskipan. Góðskuskipanin ger at okkara mannagongdir verða hildnar við líka og støðugt betraðar.

Okkara føstu mannagondir fevna um alt arbeið hjá okkum m.a. vanliga innstallatión, montering, framleiðslu og royndarkoyring av útgerð. Sum dømi kann nevnast, at allar skipanir, sum vit framleiða, verða FAT-testaðar (Factory Acceptance Test), áðrenn tær verða lætnar kundanum. FAT-testirnar kunna eisini lætast við útgerðini, so kundar okkara síggja hvussu vit hava royndarkoyrt okkara útgerð. FAT-test er eisini eitt krav sum DNV (Det Norske Veritas) setir okkum, tá vit framleiða útgerð til skip, ið DNV klassar.

 

Frágreiðing til kassamynd:

  • Skrivlig og munnlig áheitan kemur til P/F El-Service
  • Fíggjarlig, teknisk og onnur viðurskifti verða kannað
  • Møguligir fyrispurningar verða settir til viðskiftara
  • Møguligir fyrispurningar verða settir til undirveitarar
  • Um grundarlag er fyri tí, verður tilboð givið. Hetta tilboði skal tó ásannast áðrenn tað verður givið. Í heilt serligum føri kann undantak gerast. Tá skal viðmerkjast hví tilboðið ikki er ásannað.
  • Ordraváttan/sáttmáli verður skrivaður um grundarlag er fyri tí. Hetta verður altíð mett um, serliga um eitt sindur long tíð gongur, frá tí at tilboðið verður givið og til ordri kemur, ella sáttmáli verður undirskrivaður

Niðanfyri sæst dømi uppá mannagongd fyri ordraviðgerð og tilboðsgeving: