
PMS er stytting fyri Power Management System. PMS-skipan verður brúkt í okkara størru talvum. Umframt at arbeiða sum lastfordeiling, stýring av el-megini, virkar PMS-skipanin eisini sum ein trygdarskipan í talvuni, ið verjir ávís økir og brúkara í talvuni, so sleppast kann undan óneyðuga stórari talvuútgerð og hevur tá eina fíggjarliga sparing við sær.
PMS-skipanin kann stýra fleiri samansettum talvum, bæði við og uttan ljósgeneratorum. PMS-skipan kann setast til at úrkobla brúkarar, automatiskt start/stopp av generatorum og eisini verja móti streymsliti, blackout.
Allar okkara høvuðstalvur til skip og aðrar størri talvur innihalda PMS-skipan, so talan er um eina gjøgnumroynda skipan, ið vit hava arbeitt leingi við, og vit hava tískil eisini sera gott og tætt samband við okkara undirveitara.
PMS-skipanin kann verða sera umfatandi og teknisk, men tá kundar keypa talvu frá okkum við PMS-skipan, er altíð minni skeið í PMS-skipanini íroknað. Vit bjóða eisini størri skeið í PMS-skipan og kunna eisini fyriskipa skeið í samráð við okkara undirveitara.
PMS-skipanin kann eisini byggjast inn í verandi talvur, vit hava m.a. bygt PMS-skipan í høvuðstalvuna umborð á M/F Smyril. Hetta arbeiði bleiv partvíst gjørt meðan skipið var í sigling og tá tað lá við bryggju til eftirlit í Fredericia.
Um tygum ynskja at vita meira um okkara PMS-skipan, vendi tygum til okkara høvuðsskrivstovu á 471900 ella okkara kontaktpersón:
Christian Weihe
Telefon: 471905/231905
e-mail: christian@el-service.fo