
Ein av okkara málsetingum, tá hugsað verður um umhvørvið, er at minka um pappírnýtsluna. Í dag lesa vit mestsum allan tekst á telduskýggja, men hava tó enn ilt við heilt at halda okkum til talgild dokumentir. Men hetta er ein vani, ið vit royna at broyta so líðandi.
Tá vit útskriva ymisk dokumentir, royna vit at printa á báðar síðir á pappírinum, so pappírnýtlsan verður minkað mest møguligt.
Vit eru ígongd við at innføra EMS-light skipanina, ið m.a. skal verða við til at minkað okkara pappírnýtslu munandi.