P/F El-Service
Kunda-avtala

Projekt-avtala

 

 

 

 

Projekt-avtala

Projekt-avtala er bert galdandi fyri ávísa útgerð, t.d. talvur, alarmskipan, generator el. líkn. Kundin velur hvørja útgerð hann ynskir tænastu frá okkum uppá. Tá tørvur gerst á tænastu frá okkum, skal kundin seta seg í samband við okkum og vit royna at loysa trupulleikan skjótast gjørligt.

Við projekt-avtaluni fær kundin avsláttur av okkara vanliga tænastuprísi, bæði í vanligari arbeiðstíð, uttanfyri vanliga arbeiðstíð umframt tá ringt verður til okkara døgnvakt-tænastu.Um útgerð verður skift út, ið er tengd at projekt-avtaluni, fær kundin eisini avsláttur av nýggju útgerðini, ið vit útvega og innstallera. Projekt-avtalan er tó ikki galdandi fyri innstallering av nýggju útgerðini, tí innstallering verður mett av okkum at verða uttanfyri vanligt tænastuarbeið.

Við projekt-avtaluni fær kundin sostatt fyrimun av bæði vanliga tímaprísinum og tænastuprísinum uttanfyri vanliga arbeiðstíð eins og avsláttur verður givin, tá nýggj útgerð verður keypt frá okkum.Vit átaka okkum sostatt alla tænastu innan el-útgerð, ið er tengd at projekt-avtaluni og kundin hevur bert eitt telefon nummar at minnast: 471900 - sum eisini svarar uttanfyri vanliga arbeiðstíð og í vikuskiftinum.

Um tygum ynskja at vita meira um projekt-avtalu, vendi tygum til okkara høvuðsskrivstovu á 471900 ella til Christian Weihe:

Christian Weihe
Telefon: 471905/231905
E-mail: christian@el-service.fo