


Vit framleiða el-talvur til ein og hvønn tørv, frá smærri grupputalvum til sethús og til stórar høvuðstalvur til størri bygningar og skip.
Av tí at vit sjálvi framleiða allar talvur, verða allar talvur tilpassaðar kundanum.
Vit framleiða talvur við tilfari frá CUBIC í Danmark, ið verður sett saman og testa á okkara ISO9001:2008 góðkenda talvuverkstaði á Skála. Talvurnar eru FAT-testaðar (Factory Acceptance Test), lúka EN 60439-1 krøvunum og allar talvurnar verða góðkendar av galdandi mynduleika, áðrenn tær fara av verkstaðnum.
Talvurnar kunna fáast í mestsum øllum sniðum, bæði tá hugsað verður um fysiska stødd á talvunum og el-megina.
El-skinnararnir kunnu fáast typugóðkendir upp til 7 kA og kortslutningstestaðir upp til 120 kA.
Til øll nýggj skip, har vit hava staðið fyri el-arbeiðinum, hava vit eisini framleitt høvuðstalvurnar og undirtalvurnar.
Stýriskipanin (Power Management System, stytt PMS) til høvuðstalvurnar er av danska merkinum Deif. Vit tilpassa stýriskipanina saman við Deif og kundanum, so kundin fær allar funktiónir í talvuna, hann hevur brúk fyri.
Til allar okkara høvuðstalvur við innbygdari PMS-skipan, bjóða vit kundanum skeið í hvussu man brúkar høvuðstalvuna og PMS-skipanina.
Vit hava nýtt PMS-skipan í øllum okkara talvum til skip síðan 2005. Tískil kunna vit tryggja kundanum eina haldgóða talvu og gjøgnumtestaða PMS-skipan. Vit hava eisini framleitt fleiri høvuðstalvur við PMS-skipan á landi. Les mera um okkara PMS-skipan undir "PMS-skipan" í vinstra bredda ella við at trýsta á her.
Til allar okkara høvuðstalvur við PMS-skipan, bjóða vit nú eisini eina skermskipan (SCADA) til fjar-yvirvaking og fjar-stýring av høvuðstalvuni. Skermskipanin inniheldur somu funktiónir sum finnast á sjálvari PMS-skipanini. Skermskipanin kann verða sera hent, um høvuðstalvan er plaserað langt frá kontrolrúmi ella øðrum stýripultum, tí tá fær brúkarin sæð og stýrt høvuðstalvuni, sjálvt um hann ikki er til staðar hjá sjálvari høvuðstalvuni. Skermskipanin verður FAT-testað saman við høvuðstalvuni á okkara talvuverkstaði á Skála. Skermskipanin verður eisini góðkend av galdandi mynduleikum.
Um tygum ynskja at vita meira um okkara talvur, vendi tygum til okkara høvuðsskrivstovu á 471900 ella okkara kontaktpersón:
Christian Weihe
Telefon: 471905/231905
e-mail: christian@el-service.fo