
Vit eru fremsta el-fyritøka innan tunnilsbygging í Føroyum. Umframt at hava bygt nýggja Hovstunnilin í 2007, hava vit eisini nýmótansgjørt Norðskálatunnilin og Leynatunnilin. Umframt at hava veitt vanligu el-innstallatiónina, hava vit eisini veitt alarmskipan, eldávaringarskipan, kameraskipan og tekniska ljósskipan, ið verður stýrd av ljósinum uttanfyri.
Alarmskipanin, ið nú stýrir øllum trimum tunlunum, er okkara egna framleidda ESAC500, ið vit áður hava nýtt sum høvuðsalarmskipan til skipini, vit hava bygt. ESAC500 er ein sera framkomin telduskipan (SCADA) og kann lættliga tilpassast ein og hvønn tørv. Hóast at talan er um tríggjar tunlar, á trimum ymiskum oyggjum, hevur Landsverk yvirvaking og stýring av øllum trimum tunlunum frá sama telduskýggja. Alarmcentralurin hevur eisini yvirvaking av øllum trimum tunlunum á sama telduskýggja.
Vit hava veitt framkomna kameraskipan í tunlunum, so Landsverk og Alarmcentralurin kann fylgja við á telduskýggja hvat fyriferst bæði inni og uttanfyri tunlarnar.
Í Leynatunlinum veittu vit LED-ljósarmaturir. Arbeiðið var ein pioner-roynd við at brúka LED-ljós í tunlum, sum ikki er sædd áður her á leið. LED er sera orkusparandi, og tá talan er um tunlar, ið nýta sera nógva orku uppá ljós, kann hetta verða við til at lækka fíggjarútreiðslurnar fyri tunlarnar mundandi. Vit hava síðan sett kameraskipanina til at stýra LED-ljósinum inni í tunlinum, so at ljósið bert er tendrað, tá bilar eru í tunlinum. Leynartunnilin er sostatt sløkktur, tá eingin ferðsla er í tunlinum.
Um tygum ynskja at vita meira um okkara tunnilsarbeiði og útgerð, vendi tygum til okkara høvuðsskrivstovu:
P/F El-Service
Telefon: 471900
e-mail: el-service@el-service.fo