P/F El-Service
Skip

Frálandavinna

Á landi

Tunlar

Talvur

Alarmskipan

PMS-skipan

Eldsløkking

Eldávaring

Kameraskipan

 

Vinnuøkir

Útgerð, ið vit framleiða ella veita:

  • Høvuðstalvur
  • Undirtalvur
  • Start-talvur
  • PMS-skipan
  • PLC-skipan
  • Alarmskipan (SCADA)
  • Kameraskipan
  • Sløkkiútgerð
  • Eldávaringarútgerð

Vit hava gjøgnum tíðina tillaga okkum eftir eftirspurninginum innan el-installatión og el-útgerð, bæði her á landi og uttanlands. Hetta hevur ført við sær, at vit eru førir fyri at veita heildarloysnir innan fleiri ymisk arbeiðsøkir. Av tí at fiskivinnan er høvuðsvinna her heima, er fiski- og skipavinnan eisini okkara høvuðsvinna. Vit hava altíð havt tætt samband við Det Norske Veritas, ið tey flestu skipini her á leið er klassaði hjá.

Sum liður í menning av fyritøkuni, hava vit roynt at flutt okkara arbeiðsøki til at fevna meir um arbeið á landi. Vit hava innstallerað fleiri stórar bygningar, framleitt fleiri stórri talvur til eitt nú SEV og aðrar fyritøkur, og eisini gjørt ymiskar tekniskar PLC-skipanir til bæði skip, fiskavirkir og aðrar fyritøkir.

Í 2007 komu vit inn á tunnilsøkið. Hovstunnilin bleiv tá gjørdur og vit vóru høvuðsveitarar av el-útgerðini. Hovstunnilin fekk eisini okkara alarmskipan, ið vit áðrenn í mestan mun høvdu nýtt umborð á skipum, men vit tilpassaðu hana til nýggja tunnilin. Vit hava síðan gjørt tveir aðrar tunnlar, Norðskálatunnilin og Leynartunnilin

Vit hava eisini fitt av arbeið innan frálandavinnuna. Umframt at hava gjørt tveir nýbygningar til P/F Thor, hava vit eisini leiga fólk út til. m.a. "Ormen Lange", ið bleiv bygt í 2006