

Høvuðstalva og neyðtalva eru um at verða liðugt frammleitt á talvudeilini á Skála.
Áðrenn talvurnar verða sendar til Skagen, verða tær royndarkoyrdar á verkstaðnum. Eftir hetta verða tær royndar saman við Det Norske Veritas.
Tað sum er heilt serligt við hesi høvðustalvuni í mun til aðrar er, at umframt vanligu generatorar og aksilgenerator, er eisini ein el-motorur, sum skal drýva skrúðuna ístaðinfyri høvðusmotorin. Tíðskil kann skipið kann sigla við høvuðsmotorinum og við einum elektromotori.
Skipanin, sum heldur skil á effekt nýtsluni ísamband við el-motorin, er ein útbygd PMS-skipan.
Sama skipan stýrur effektini, tá ið skipið siglur við høvðusmotorinum, har aksilgeneratorin eisini hjálpur til sum el-motorur.
Høvuðstalvan til Nr. 414

Tá ið talvurnar eru komnar til Skagen, verða tær settar uppá pláss og fólk frá El-Service, fara ígongd við at sveisa og montera kaðalførðingsvegir runt skipið. Tá byrja elektrikkara eisini uppá el-innleggjanina umborð.