Vælkomin á okkara nýggu heimasíðu. Vit hava leingi ætla at dagørt okkara heimasíðu, og nú hava vit endiliga fingið hana út á alnótina.
Vit gera skipan til nýggja flakalinju til Faroe Origin. Tað er MEST sum stendur fyri arbeiðnum.
Reingerðarfólk eru liðug við vaski- og uppruddingar arbeið umborð á Athenu og sáttmálin uppá umvælingararbeiði er endaliga undirskrivaður.
Høvuðstalva og neyðtalva eru sendar til Skagen frá okkara talvudeild á Skála. Talvurnar eru settar uppá pláss og fólk frá El-Service eru ígnongd við at sveisa og montera kaðalføringsvegir runt skipið.
El-arbeiði umborð á nýbygningi nr. 410 á Karstensens Skibsværft er liðugt. Skipið hevur verði royndartúr og fiskitúr. Skipið ferð til Írlands í viku 32.
Høvuðstalvan og neyðtalvan eru nú liðugt framleiddar á okkara talvudeild og eru sender til Skagen og vit eru nú ígongd við framleiðslu av start-talvum og undirtalvum.
Arbeiði uppá at dagføra Leynatunnilin er nú liðugt. Vit hava royndarkoyrt teknisku skipanirnar og nýggju LED-ljósini.
Vit hava loksins fingið klætt allan bygningin. Bygningurin er 1800 fermetrar og í trimum hæddum, so tað hevur kravt planlegging og nógvan klædning.
Arbeiði umborð á nýbygning nr. 192 í Skagen gongur gott. Eftir ætlan verður skipið lætið P/F Vinnuni í Gøtu í februar 2010.
Arbeiði uppá nýbygning nr. 57 "Thor Omega" á Skála er nú um at verða liðugt.
Arbeiði uppá nýbygning nr. 408 á Karstensens Skibsværft er liðugt og skipið fekk navnið "Gitte Henning".
Arbeiði uppá at dagføra Norðskálatunnilin er um at verða liðugt.