top of page

Vit søkja eftir lærlingum

Vit søkja eftir lærlingum at byrja skjótast gjørligt.

P/F El-Service er ein el-fyritøka við nógvum spennandi verkætlanum. Í løtuni eru vit um 30 arbeiðsfólk við fleiri ymiskum útbúgvingum. 

 

Sum lærlingur á El-Service, kemur tú at arbeiða saman við okkara dugnaligu handverkarum. Okkara arbeiðsøkir eru sera ymisk. Vit arbeiða við skipum, størri bygningum, og tunnellum. Tú kemur bæði at arbeiða við tekniskum loysnum og vanligum el-installatiónum. Vit hava til tíðir eisini uppgávir uttanlanda.

​

Lærutíðin er 4 ár, men um tú hevur arbeiðsroyndir ella skúla, ið er innanfyri lærlingaøki, kannst tú søkja um styttri lærutíð.

​

Um tú ert arbeiðssamur/arbeiðssom, dámar væl handaligt arbeið og dugir væl at samstarva, er tað júst tær vit hava brúk fyri.

​

Fyrimunurin við at læra hjá okkum, er at vit arbeiða við nógvum ymiskum projektum og leggja altíð dent á at veita kundum loysnir, ið vit sjálvi hava framleitt, Føroyskar loysnir.

​

Um hetta ljóðar spennandi, ert tú vælkomin at seta teg í samband við:

​

John E. Olsen

e-mail: john@el-service.fo

Tlf: 231902 

​

Tunnil
DSC01372_edited.jpg
Billede 28-06-2017 10.14.27_edited.jpg
bottom of page