Bygging, framleiðsla, forritan og sniðgeving - 24/7 tænasta
Goymsla
Vit hava stóra goymslu á Skála. Hetta er við til at tryggja kundum okkara skjóta og góða tænstu, við serligum atliti at bráfeingishjálp.
Umfram vanliga el-útgerð s.s. káplar, sikringar, perir og ljósinstallatiónstilfarð, hava vit eisini fylgjandi serútgerð:
​
-
El-motorar, ABB og VEM
-
Maksimalar, Schneider-Electric
-
Frekvensumformara, Schneider-Electric, ABB
-
PLC útgerð, Schneider-Electric
Okkara seravtala (Alliance Integration Partner) við Schneider-Electric hevur við sær at vit kunna bjóða kundum okkara góðan prís og sertænastu á útgerð frá Schneider-Electric. Tíðskil hava vit eisini nógva ymiska úterð fra Schneider-Electric á goymslu, serliga sikringar og PLC-útger.
​
Vit umboða generatorar av merkinum Stamford Newage. Stamford Newage er eitt sera kent merki, ið verður nógv brúkt umborð á skipum og eisini sum neyðgeneratorar á landi. Stamford Newage generatorar fáast frá 5 kVA til 2150 kVA.
Vit selja eisini generatorar av viðurkenda merkinum Mecc Alte, sum fáast í støddunum frá 5 kVA til 3000 kVA.
​
Vit eftirhyggja, testa og royndarkoyra generatorar, umframt at vit veita ymiskar stýringar til generatorar.
​
Heini R. Djurhuus
471906 / 231906
​