• Størsta verkætlan í Føroya søgu

  • Longsti tunnil í Føroyum

  • 11.240 metrar langur

  • Lægstapunkt er -187 metrar

  • 36 stk. ventilatorar

  • 94 Neyðskáp

  • Rundkoyring

  • Koyrandi ígjøgnum í 2020

Eysturoyartunnilin

Um tú hevur hug at arbeiða við Føroya Størstu Verkætlan, so hevur tú møguleikan nú.

 

Arbeiðsuppgávurnar eru millum anna hesar:

 

 Ventilatorar   ¦   Pumpu-útgerð   ¦   Talvu-útgerð   ¦   Automatión   ¦   Vakmyndatól   ¦   UPS skipan   ¦   Eldávaring   ¦   El-innstallatión

Tað er ein fyrimunur um tú ert elektrikkari, hevur royndir innan ástaðarleiðslu, tunnilsarbeið ella líknandi, men hetta er ikki ein treyt,

tí vit søkja fyrst og fremst eftir arbeiðssomum fólki.

 

Arbeiðið væntast at byrja inni í tunnlinum nú í Novembur 2019.

Gongst sum ætlað, er møguleiki at halda fram við Sandoyartunnlinum, tá vit hava gjørt Eysturoyartunnilin lidnan.

Um hetta ljóðar áhugavert, og tú ynskir at vita meira, set teg tá í samband við:

John E. Olsen

e-mail: john@el-service.fo

Tlf. 231902.