top of page

Eldávaring og sløkkiútgerð

Vit útvega eldávaringarskipan (ABA) til øll endamál, bæði á sjógvi og á landi. Okkara eldávaringarskipan kann tilpassast kundanum, tí vit standa sjálvir fyri projektering, tekning, programmering og innstallatión.

Vit hava innstallerað skipanina bæði í bygningum og í flestu skipum, har vit eisini hava verið høvuðsveitari av el-innstallatiónini. Eldávaringarskipanin verður altíð FAT-testað á okkara ISO9001:2008 góðkenda verkstaði og verður góðkend av galdandi mynduleika, t.d. Det Norske Veritas, tá talan er um eina skipan til skipsbrúk.

Skipanin kann stýrast frá høvuðspaneli, ið fæst heilt niður í 4 zonir. Skipanin kann eisini setast til eina teldu, har brúkarin sær skermmynd yvir útgerðina saman við plantekning. 


Følararnir fáast í fleiri ymiskum útgávum bæði til royk og temperatur umframt multifølara, ið er samansettur av royk, temperatur og innbygdum ljóðgevara (buzzara) í sama følara.

Sum liður í eini heildarloysn, kunna vit bjóða at sambinda (integrera) eldávaringarskipanina við okkara ESAC500 (alarmskipan, SCADA) so kundin fær yvirlit yvir eldávaringarskipanina á sama skermi sum alarmskipanin er á.

bottom of page