top of page
ES Transparent org.png
El-Service.png

Fámjinstunnilin liðugur 25.06.2025

  • oko
  • Jun 25
  • 1 min read

Updated: 4 days ago

Fámjinstunnilin er nú trygdargóðkendur og opnar í dag 25.06.2025.

Fámjinstunnilin er góðar 1200m langur. FAT av útgerðini bleiv útført á El-Service 7. apríl, og trygdarútgerðin bleiv góðkend inni í tunlinum 20. juni.

Vit hava innstallerað íalt 14 neyðsstøðir við neyðtelefonum og eldsløkkjarum.


2 teknikkhús eru uttanfyri hvønn tunnilsmunna. Herfrá ber til hjá tilbúgvingini at stýra hjálp- og trygdararbeiðnum inni í tunnlinum.

Trygdin til tunnilin verður stýrd við skipan frá El-Service, sum vit hava ment og verður brúkt til flestu tunlar í Føroyum.




Vit ynskja øllum í Suðuroy, og serliga Fámjingum hjartaliga tillukku við tunlinum og góðan túr til og úr Fámjin.




 
 
 

Comments


bottom of page