FAT Húsareynstunnilin
- oko
- Apr 11
- 1 min read
Í gjár 07. Apríl 2025 var FAT av trygdarútgerðini El-Service.

Trygdarútgerðin er nú liðug royndarkoyrd á El-Service, og sum vanligt, til tíðlíkar verkætlanir, so bjóðaðu vit inn til FAT av trygdarútgerðini. Við eini góðkendari FAT tryggja vit kundanum at okkara tíðarætlan heldur so væl sum gjørligt, og at kundin sær at trygdarútgerðin virkar sum hon skal. Umráðandi er at ein tíðlík FAT inniheldur so stóran part av samlaðu útgerðini sum gjørligt.
Trygdarútgerðin til Húsareynstunnilin inniheldur m.a. tunnilskipan (SCADA), PLC-útgerð, 17 neyðskáp við neyðtelefonum, alarmum, bummar, stoppljós, skeltir v.m.
Trygdarútgerðin verður nú skild sundur og koyrd suður í Húsareynstunnilin, har hon verður sett upp og innstallerað.
Comments