Fríggjadagin 15/12 bleiv SAT (Site Acceptance Test) útført. Til SAT bleiv kannað um trygdarútgerðin í tunnlinum virkaði sum hon skuldi. Kravið var at SAT skuldi góðkennast av projekterandi og leiðslu, fyri at veita trygd fyri at tunnilin kann opnast 21/12. Trygdarútgerðin fevnir m.a. um bummar, stoppljós, viftur, neyðtelefonir, kameraskipan, SCADA skipan.
Øll útgerðin bleiv góðkend. Næsta kravið fyri at Sandoyartunnlin skal kunna opna 21/12 er at mynduleikarnir gera eina bjargingarroynd í Sandoyartunnlinum, sum eisini skal góðkennast. Til bjargingarroyndina verður trygdarútgerðin eisini nýtt.
Góðkenningin av SAT bleiv útførd á ovastuhædd, í Kantinuni á El-Service.
Comments