Vit eru nú liðug við at innstallera trygdarútgerð í báðar teir nýggju tunlarnar norð um fjall.
Árnafjarðartunnilin er 1930m langur. Hvannasundstunnilin er 2200m langur.
Vit hava innstallera íalt 39 neyðsstøðir við neyðtelefonum og eldsløkkjarum, og 24 ventilatorar. Saman við Viðareiðistunlinum, sum vit gjørdu í 2016, kunna norðoyingar sostatt koyra ígjøgnum 6 kilumetrar av tunlum, frá Klaksvík til Viðareiðis, við trygdarútgerð frá El-Service.
2 teknikkhús eru uttanfyri hvønn tunnilsmunna. Herfrá ber til hjá tilbúgvingini at stýra hjálp- og trygdararbeiðnum inni í tunnlinum.
Trygdin til báðar tunlarnar verður stýrd við skipan frá El-Service, sum vit hava ment.
Verkætlanin byrjaði beint áðrenn summarferiuna og bleiv liðug til tíðina.
Vit ynskja øllum á Borðoynni hjartaliga tillukku og góðan túr gjøgnum nýggju tunlarnar.
Comentários