Vit eru serkønir innan skipabygging, bæði tá talan er um nýbygging og umvæling. Vit projektera eisini el-innstallatiónir til skip. Vit leiga fólk út sum eyðgleiðarar og til ymisk tænastuarbeið til el-útgerð á skipum. 

Vit hava bygt yvir 40 nýbygningar. Hesir nýbygningar eru bygdir Í Føroyum, Danmark og Afrika. Vit hava bygt mestsum øll sløg av skipum, tó hevur talan mest verðið um fiskiskip í Danmark.

Til flestu nýbygningar hava vit veitt alla el-innstallatiónina, framleitt høvuðstalvu við last-skipan (PMS), allar undirtalvur og startskáp.

Vit hava eisnini framleitt fleiri tekniskar skipanir, eitt nú høvuðsalarmskipan, vaktarskipan, ventilskipan, eldávaringarskipan og kameraskipan. Eftirsum at krøvini til skipavinnuna eru sera høg, kann man siga, at okkara fyritøka í mestan mun kann loysa el-trupulleikar og veita el-loysnir til ein og hvønn tørv annars, tí okkara høvuðsøki er skipavinnan, ið hevur mestsum hægstu krøv innan trygd og haldgóðsku. 

Niðanfyri er ein listi yvir nýbygningar, vit hava gjørt, bæði her á landi og uttanlanda. Niðast á síðuni, aftaná listan, kunna tygum heinta listan sum PDF.

Skipavinna

  • Frá 2003 til 2005 var okkara mest virkna tíðarskeið innan skipabygging. Hetta tíðarskeiðið vóru vit við til at handa 9 nýbygningar.

  • Hesi skip vóru øll til írskar kundar.