top of page

Tænasta

Sum navnið, El-Service, sipar til, so hava vit frá byrjan av altíð lagt sera stóran dent á tænastu. Vit eru serkønir innan skipavinnu, men veita eisini tænastu innan mestsum alla el-útgerð. Umframt elektrikkarar hevur okkara starvsfólk eisini aðrar el-útbúgvingar og vit hava tí førleika at loysa mestsum ein og hvønn truppuleika inna el-vinnuna, bæði á sjógvi og landi.

​

Vit hava nógvar royndir innan tænastuveiting, bæði heima og uttanlanda. Av tí at vit hava seravtalu við flogfelagið Atlantic Airways, hava vit eisini góð útlit til at veita tænastu uttanfyri Føroyar. Vit hava m.a. veitt tænastu í Europa, Afrika og Amerika.

Okkara høvuðsvinna hevur altíð verið skipavinnan og vit hava laga okkara tænastu eftir hesi vinnu, sum oftani hevur sera avmarkaðan tíðarkarm og hevur hetta sett høg krøv til okkara tænastu, og verið við til at ment okkara tænastustøði.

​

Umframt at veita tænastu í vanligari arbeiðstíð, hava vit eisini eina døgnvagtartænastuskipan. Fyri at lætta um hjá kundunum, hevur hon sama telefonnummar sum okkara høvuðsnummar: 471900. 
Okkara døgnvaktartænasta hevur ymiskar serprísir, sum tó bert eru galdandi uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

​

Umframt at veita tænastu í vanligari arbeiðstíð, hava vit eisini eina døgnvagtartænastuskipan. Fyri at lætta um hjá kundunum, hevur hon sama telefonnummar sum okkara høvuðsnummar: 471900. 


Okkara døgnvaktartænasta hevur ymiskar serprísir, sum tó bert eru galdandi uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Vit bjóða kundum okkara tvær ymiskar tænastuavtalur, kunda-avtala ella projekt-avtala.

Allir okkara kundar kunna gera eina tænastuavtalu, ið passar teimum best. Les meir um seravtalurnar á vinstra bredda.

Uttan seravtalu, eru okkara døgntænastuprísir fylgjandi:

​

Døgnvakt-tænasta vanligar dagar:

Um kundi ringir gerandisdag, uttanfyri vanliga arbeiðstíð, verður tænastugjald á 450 kr. fakturera til kundan.

Okkara tímaprísur á døgnvaktartænastuni gerandisdagar er á 750 kr./tíman, og vit fakturera minimum 1 tíma fyri hvørt uppkall.

Døgnvakt-tænasta í vikustkiftinum:

Um kundi ringir í vikuskiftinum, verður tænastugjald á 750 kr. fakturera til kundan. 

Okkara tímaprísur á døgnvaktartænastuni í vikuskiftinum er á 950 kr./tíman, og vit fakturera minimum 1 tíma fyri hvørt uppkall.

Prísirnir omanfyri er galdandi fyri allar kundar, ið vit ikki hava seravtalu um tænastu við. Les meir um seravtalurnar og og fyrimunirnar á vinstra bredda, ella við at venda tygum til okkara høvuðsskrivstovu á 471900.​
bottom of page