
Bygging, framleiðsla, forritan og sniðgeving - 24/7 tænasta

Tunnlar
Okkara fjórði tunnil Viðareiðistunnilin bleiv handaður 2. septembur 2016, eitt heilt ár frammanfyri upprunaligu tíðarætlanini.
Høvuðsarbeiðstakarin var føroyska fyritøkan Articon saman við norska LMG. El-Service stóð fyri allari el-útgerð og el-ínstallatión.
Tunnilin verður stýrdur av okkara tunnilskipan (SCADA) ið eisini er brúkt til hinar tríggjar tunnlarnar, Hovstunnilin, Norðskálatunnilin og Leynatunnilin. Skipanin til Viðareiðistunnilin inniheldur tón nýggjar funkur, ið eisini verða innbygdar til hinar tunnlarnar.
​
Til allar 4 tunnlarnar hava vit útvegað fylgjandi útgerð: Talvur, stýriskipanir, ventilatorar, CCTV og eldávaringarskipan.
Hovstunnilin
Hovstunnilin, millum Øravík og Hov, var okkara fyrsta tunnilsverkætlan og bleiv handaður í 2007. Høvuðsveitari var Ístak úr Íslandi.
​
Her var talan um nýggjan tunnil sum er 2.000 metrar til longdar.
Norðskálatunnilin
Norðskálatunnilin, millum fjara og Norðskála, var okkara fyrsta tunnilsverkætlan, ið innihelt uppstigan. Tunnilin er frá 1978, og í 2008 stóðu vit fyri uppstigan við ljósum, ventilatorum, stýriskipan og eldávaringarskipan.
​
Norðskálatunnilin er 1.900 metrar til longdar.

Leynatunnilin
Leynatunnilin, millum Leynar og Kollafjørð, var okkara næsta tunnilsverkætlan, ið innihelt uppstigan. Tunnilin er frá 1978 og í 2010 stóðu vit fyri uppstigan við LEwas the second D og vanligum ljósi, ventilatorum, stýriskipan og eldávaringarskipan.
​
Leynatunnilin er 800 metrar til longdar.