Tunlar
Tunlar
El- og trygdarútgerð
Vit innstallera el-útgerð til tunlar. Vit veita alla tekniska og trygdarútgerð. Útgerð frá okkum er haldgóð og væl royndarkoyrd. Vit hava 18 ára royndir.
Trygdarskipanin er føroysk framleidd, og einasta av sínum slag í føroyum.
Dømi um veitingar frá El-Service:
Talvur, PLC, SCADA, vakmyndatól, viftir, gass-mátarir, neyðtelefonir, neyðskáp, battarískipan, eldávaring- og eldsløkkiskipan
Tunlar
FAT
Vit útføra "full-scale" test á El-Service
Umframt funktiónstest, útføra vit eisini "full-scale" ið fevnir um so nógva útgerð sum gjørligt.
Hetta er við til at tryggja at útgerðin virkar sum hon skal, tá hon verður tikin í nýtslu inni í tunlinum.
Dagføring
Vit útskifta verðandi skipan til nýtt
Vit dagføra eldri skipanir, so tær gerast meiri orkusparandi og støðuguar. Okkara loysnir kunna verða við til at hjálpa munandi uppá raksturin, bæði tøkniliga og fíggjarliga.
Viðareiðistunnilin, 2016
Eysturoyartunnilin, 2020
Sandoyartunnilin, 2023
> 38.000 m