Vakmyndatól
Vakmyndatól
Talvur
Vakmyndatól
Vit hjálpa tær við trygdini. Vit veita alla útgerð til yvirvaking við vakmyndatólskipan. Vit hava veitt skipanir við yvir 180 vakmyndatólum, innbygt í somu skipan, við eftirlit á somu skermmynd.
Vit veita eisini AID skipan (Automatic Incident Detection), ið gevur ávaring um eitthvørt frávik hendir á eftirlitsmyndini.
Vit veita servarar og netverk, alt, sum krevst fyri at skipanin skal virka.
Vakmyndatól til skip
Vit bjóða vakmyndatól til skip.
Vit hava innstallera vakmyndatól til skip í Føroyum og eisini uttanlanda. Vit hava eisini útskift eldri skipanir við nýggja útgerð.
Veitingarskipið "Azuma" hevur nýggja vakmyndatólskipan frá okkum. Vit vóru í Korea og innstalleraðu skipanina.
Vakmyndatól til bygningar og vegakervið
Vit bjóða vakmyndatól til bygningar og ferðslu.
Vit veita bíligar skipanir, har umhvørvið ikki er krevjandi.
Vit hava eisini nógvar royndir við vakmyndatólum, har umhvørvið er meiri krevjandi, t.d. til yvirvaking av ferðslu og inni í tunlum.
Eysturoyartunnilin, 178 vakmyndatól og radarskipan við AID. 4 servarir, og 6 clientar. Redundant skipan.
Sandoyartunnilin, 170 vakmyndatól við AID. 4 servarir, 4 clientar. Redundant skipan.
Landsverk, vanlig skipan til bygningar og vegakervið.