top of page
ES Transparent org.png
El-Service.png
oko

Okkara 4. tunnil handaður


Vit eru nú lidnir við arbeiðið uppá Viðareiðistunnilin. Vit náddu at handa tunnilin næstan eitt heilt ár áðrenn upprunaligu freistina.

El-Service stóð fyri allari el-útgerðini og el-installatiónini.

Sum liður í orkusparandi málsetningi, hava vit, sum nakað nýtt innan tunnlar í Føroyum, bert nýtt LED tøkni sum ljóskeldu í Viðareiðistunnlinum. Hóast LED ikki er heilt bíligt at keypa, ger tað raktsurin av tunnlinum nógv bíligari, og so er tað eisini við til at minka mundandi um CO2 útlátið.

Vit installeraðu eisini okkara tunnilskipan, ið er grundað á okkara SCADA skipan, ið vit fyrr hava brúkt til aðrar verkætlanir. Tunnilskipanin stýrir eisini Hovstunnlinum, Norðskálatunnlinum og Leynatunnlinum. Okkara tunnilskipan er sostatt tann mest brúkta tunnilskipanin í Føroyum.


23 views0 comments

Recent Posts

See All
bottom of page