
Í dag bleiv El-Service saman við Roxel pre-kvalficera til at geva tilboð uppá Eystur- og Sandoyartunlar. Vit skulu geva tilboð uppá alla el- og trygdarútgerð til báðar tunlarnar. Av tí at hetta projekti er sera stórt, hava vit valt at bjóða saman við Roxel. Roxel er ein norsk fyritøka, ið heldur til í Stavanger. Roxel er høvuðsveitari til Ryfast projektið, ið er eitt tunnilprojekt, ið minnir sera nógv um Eystur- og Sandoyartunlar.
Vit fara nú, saman við Roxel, undir at fyrireika tilboð uppá Eystur- og Sandoyartunlar.
Tilboðið skal verða inni fyrst í februar 2018.