top of page
Søg
  • oko

Nýggj SCADA skipan til MBM


Fyrr í ár fóru vit ígongd við at innstallera eina nýggja SCADA skipan til MBM í Tórshavn. MBM hevur nógvar smærri og størri framleiðsluskipanir, men ynskti nú eina yvirornaða SCADA skipan, ið samlaði tær smærru og gav eitt betur yvirblikk yvir ta samlaðu framleiðsluna.

Skipanin skal verða við til at vísa dygdina og gongdina á framleiðsluni.

Okkara skipan er ment við forritinum IGSS frá Schneider-Electric í Danmark. Skipanin vísir yvirlit yvir temperaturir, alarmar og umframt vanligu funkur sum SCADA skipanir hava, hevur eisini eina app til smartfonir, har brúkarin fær alarmar og info annars inn á. Eisini verður ein rapport yvir framleiðsluna gjørd og send til interna datakervið hjá MBM.

44 visninger

Seneste blogindlæg

Se alle
bottom of page