top of page
Søg
  • oko

Roxel og El-Service skulu gera el-arbeiðið til Eysturoyar- og Sandoyartunnilin


Í dag bleiv sáttmálin millum Roxel/El-Service og Eystur- og Sandoyartunlar undirskrivaður. Talan er um alt el-arbeið og el-útgerð til Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

El-Service er undirveitari hjá Roxel í Norra, og saman við Roxel koma vit at standa fyri øllum arbeiðnum í Føroyum, bæði inni á El-Service, og inni í tunnlinum.

Vit fara beinanvegin til verka við at seta fólk á ymsu ábyrgdarøkini.

Tað verður stórur tørvur á fólki, bæði innan projektering, innstallering, dokumentering og royndarkoyring (FAT). M.a. skal øll tann tekniska útgerðin skal royndarkoyrast inni á El-Service, áðrenn hon verður innstallerað í tunnlinum.

Arbeiðið skal verða liðugt í 2020.


80 visninger

Seneste blogindlæg

Se alle
bottom of page