Dalstunnilin - FAT
- oko
- May 13
- 1 min read
Í gjár 12. Maj 2026 var FAT av trygdarútgerðini til Dalstunnilin á El-Service.

Dalstunnilin er á Sandoynni, millum Húsar og Dal. Tunnilin er 2,2 km. langur.
Trygdarútgerðin til Dalstunnilin er royndarkoyrd á El-Service, og kundin var við til at góðkenna skipanina. Við eini góðkendari FAT, tryggja vit kundanum at okkara endaliga tíðarætlan heldur so væl sum gjørligt, og at kundin sær at trygdarútgerðin virkar sum hon skal, áðrenn hon verður innstallera í tunlinum.
Vit leggja okkum eftir at FAT inniheldur so stóran part av samlaðu útgerðini sum gjørligt.
Trygdarútgerðin til Dalstunnilin inniheldur m.a. tunnilskipan (SCADA), PLC-útgerð, neyðskáp við neyðtelefonum, alarmum, bummar, stoppljós, skeltir v.m.
Trygdarútgerðin verður skild sundur aftur og skipað suður í Dalstunnilin, har hon verður sett upp og innstallerað.











Comments