Í 2010 vóru vit við til at byggja nýbygningin Voyager á Karstensens Skibsværft í Skagen.
Fyri nøkrum árum síðan keypti Strand Rederi í Ålesund skipið og skipið skifti navn til Voyager. Nýggju eigararnir ynsktu at fáa skipanina dagførda, við ymisku nýggjum hentleikum.
Skipanin inniheldur uml. 600 alarmar. Vit settu nýggja útgerð saman á El-Service, og sendu hana síðan til Ålesund, har vit innstalleraðu hana og fingu testa allar alarmarnar.
Skipanin er nú liðugt dagførd og hevur fingið innbygt Deadman skipan og eisini Pager-skipan sum kan vísa hvønn einstaka alarm á hvørjum page'ara. Til ber eisini at senda kall-boð til allar page'arnar. Page'arnir kunna móttaka alarm í hvørjum króki í skipinum.
Vit hava eisini innstallera oljumáting umborð, so tilber at síggja oljuforbrúk, bæði leypandi og søguligt.
Comments