top of page
Søg
  • oko

Tunlar Norð um Fjall

El-Service skal gera arbeiðið at innstallera ljós, trygdarútgerð o.a. til báðar tunlarnar norð um Fjall. Arbeiðið bleiv bjóða út og tað var bert TTS og El-Service sum lótu tilboð inn.

Á sumri í 2021 settu vit ferðsluljósskipan upp at stýra ferðsluni til millum tunlarnar í arbeiðstíðini.

Hesir báðir tunlarnir verða gjørdir eftir sama leisti sum t.d. Hvalbiartunnilin, sum vit gjørdu fyri Landsverk, saman við Articon, í 2021.


Árnafjarðartunnilin verður umnleið 1900 metrar langur og Hvannasundstunnilin verður umleið 2200 metrar langur.

Tað er Landsverk sum er byggiharri og Articon sum stendur fyri tunnilsborðingini.

Eftir ætlan skulu tunlarnir norð um Fjall verða lidnir á heysti í 2024.

El-Service hevur yvir 20 ár á baki innan tunnilsarbeið í Føroyum.


36 visninger

Seneste blogindlæg

Se alle
bottom of page