Bygging, framleiðsla, forritan og sniðgeving - 24/7 tænasta
Um okkum
P/F El-Service bleiv stovnað í 1988. John E. Olsen keypti táverðandi El-deildina frá Skála Skipasmiðju og P/F El-Service bleiv stovnað. Tá starvaðust 6 fólk á P/F El-Service. Fyritøkan er vaksin nógv og í dag starvast 35 fólk hjá okkum.
​
Í byrjanini var okkara arbeiðsøki fyri tað mesta skipabygging í Føroyum, men stutt eftir stovnanina bleiv hugt út um landoddarnar. Vit fingu fleiri ordrar í Danmark og høvdu eitt tíðarskeið, frá 1991-1998, nógv virksemi í eitt nú Afrika og Asien, har vit bygdu nøkur skip saman við Karstensens Skibsværft í Skagen fyri felagsskapin DANIDA.
​
P/F El-Service heldur til á Skála. Vegna økt virksemi uttanlands, bleiv eitt dótturfelag sett á stovn í Danmark eisini. Har starvast 1 fólk.
P/F El-Service er samansett av 6 ymiskum deildum.
Deildir:
-
Frálandadeildin, alt innan offshore
-
Uttanlandsdeildin, alt arbeiði uttanlands
-
Innstallatiónsdeildin, innstallatiónsarbeiði í Føroyum
-
Talvudeildin, talvur og tekniskar skipanir
-
Branddeildin, eldávaring og eldsløkking
-
Søludeildin, goymsla og søla av el-tilfari
​
Fyri at fyritøkan skuldi kunna fylgja við rákinum og økta virkseminum, varð neyðugt at flyta úr gamla bygninginum og í størri bygning. Í 1997 flutti P/F El-Service frá gamla bygninginum og yvir í "Turkihúsið", har vit starvast í dag. Nýggi bygningurin er í trimum hæddum, har hvør hædd er 1750 fermetrar; vanliga virksemi fyrigongur fyri tað mesta á miðhæddini.
​
Sum liður í at hækka støði á fyritøkuni, fingu vit í 1999, í samráð við Menningarstovuna, ISO 9001 góðskuskipan. Tá vit valdu at fara uppí frálandavinnuna, gjørdist ein tílík góðskuskipan eisini alneyðug. Okkara fyritøka var sostatt fyrsta fyritøka í Føroyum við tílíkari góðskuskipan. Í fyrstuni var góðskuskipanin bert galdandi fyri okkara framleiðleiðslu av talvum, men í 2003 bleiv góðskukervi víðka til eisini at fevna um søludeildina og branddeildina. Síðani er góðskukervi víðka til at verða galdandi fyri allar okkara deildir og okkara góðskukerv hevur tískil eisini broytt heiti til ISO 9001:2008.
Sum liður í víðkanini av fyritøkuni og at svara økta eftirspurninginum uttanlanda bleiv dótturfelagið El-service International (El-Service Int.) sett á stovn í Skagen í Danmark í 2007. Vit hava eisini keypt tríggjar bygningar í Skagen, ið verða brúktir til kontór og logi hjá okkara arbeiðsfólki úr Føroyum.
​
Av tí at vit í nógv ár hava arbeitt við mestsum øllum økjum inna el-tøkni, eru vit serkønir innan okkara virksemi. Og av tí at samferðslan seinnu árini er blivin so sera góð millum Føroyar og útheimin, hava vit eisini javnan sent okkara fólk uttanlanda til bæði tænastuarbeiði, montørarbeiði og eisini sum projekteftirlit. Sum dømi kann nevnast, at umframt at framleiða høvustalvuna á Skála til M/S Smyril, stóðu vit eisini fyri høvuðseftirlitinum við øllum el-arbeiðinum undir byggingini. M/S Smyril bleiv bygdur á IZAR skipasmiðjuni í Spanien í 2005. Vit hava eisini veitt tænastu til fleiri skip hjá P/F Thor, ið hevur fleiri skip innan frálandavinnuna um alla verðina